Hotdogs við eplasalati

17/07/2018

Til 10 fólk

Eplasalat

2 dl súrrómi
1 krukka av First Price eplum
2 súpsk av First Price majones
1 lítlan leyk
1 tsk av First Price dijon sinnopi
Purleyk
Salt og pipar

Hotdogs

1 pk av First Price partypylsum
1 pakki av pylsubreyði
First Price súltaðar agurkir
Sinnopsmajones
Súreplakettjup

Sinnopsmajones

1 dl av First Price majones
1 súpsk av First Price sterkum sinnopi

Súreplakettjup

1 dl av First Price kettjupi
1 súrepli

Mannagongd

 

Eplasalat
Hakka leykin og blanda súrróman, majonesi og sinnopin saman. Smakka til við grasleyki, salti og pipari. Tá tú hevur fingið rætta smakkin koyrir tú eplini í blandið.

Sinnopsmajones
Blanda væl saman.

Súreplakettjup
Sker súrepli í smærri petti og blanda við kettjuppinum.

Borðreið tínar hotdogs við antin súreplakettjupi ella sinnopsmajonesi við súltaðari agurk omaná og eplasalati afturvið.  

Útrokning

Prísur á vørum:

Súrrómi – 13,75 kr
First Price eplir í krukku – 8,75 kr
First Price majones – 9,75 kr
Leykur – 12, 90 kr
Dijon sinnopur – 8,75 kr
Purleykur – 12,90 kr
Salt – 5,90 kr
Pipar – 18,90 kr
First Price partypylsur – 15,75 kr
Pylsubreyð – 23,90 kr
First Price súltaðar agurkir – 9,75 kr
First Price sterkum sinnopur – 7,75 kr
First Price kettjup – 11,75 kr
Súrepli – 22 kr

Kostnaður fyri nýttari vøru:
Súrrómi – 13,75 kr
First Price eplir í krukku – 8,75 kr
First Price majones – 2,95 kr
Leykur – 1,61 kr
Dijon sinoppur – 0,24 kr
Purleykur – 2 kr
Salt – 0,04 kr
Pipar – 0,10 kr
First Price partypylsur – 15,75 kr
Pylsubreyð – 23,90
First Price súltaðar agurkir – 0,85 kr
First Price sterkur sinnopur – 0,35 kr
First Price kettjup – 1,12 kr
Súrepli – 2,50 kr

 

Kostnaðurin fyri 10 hotdogs við eplasalati tilsamans: 74 kr ella 7,40 kr fyri hvønn

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og vørum ið ikki eru tøkar.