Pastafat

1/2 krukka av First Price súltaðum piparfruktum

1 krukka av First Price soppum

1 pakki av First Price royktum fleski í puntum

1/2 krukka av First Price sólturkaðum tomatum

1 dós av First Price hakkaðum tomatum

300 gr av First Price pasta skrúvum

1 pk av róma

Salt

Pipar

Oregano

Ost

Grov flutes

Kóka pasta, sum tað stendur á pakkanum. Koyr roykta fleskið, sopparnar og súltaðu piparfrukturnar á eina pannu og steik til fleskið er brúnkað eitt sindur. Stoyt síðan sólturkaðu og hakkaðu tomatirnar og róman yvir og rør væl saman. Krydda við salti, pipari og oregano. Stoyt rómablandið yvir pastaskrúvurnar og rør væl saman. Legg í eitt fat og stroy ost omanyvir. Set í ovnin í 15 min við 180 hitastigum. Fatið smakkar eisini væl kalt. Et flutes afturvið.

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.

Aftur til uppskriftir