Fá serligar +prísir og aðrar góðar fyrimunir við Bónus+ appini
Við Bónus+ appini eru nógvir fyrimunir! Tú fært m.a. serligar +prísir, persónligar prísir, frískleikagaranti, talgild bløð, talgildan innkeypslista, uppskriftir og mangt annað. Bónus+ appin er gjørd til tín, so tú kanst spara bæði tíð og pening, tá tú keypir inn í tínum Bónus-handli.

Kom skjótt í gongd
- Tak appina niður í App Store ella Google Play
- Skráset gjaldkort
- Fá atgongd til allar fyrimunirnar



+Prísir
Hvørja viku fært tú sum Bónus+ kundi megnarprísir í Bónus+ appini. Avslátturin verður sjálvvirkandi drigin frá, tá tú rindar við kassan í tínum Bónus-handli. Tú skalt bert syrgja fyri at rinda við tí gjaldkortinum, sum tú hevur knýtt at appini – so fært tú avslátturin automatiskt.

Persónligir prísir
Bónus+ snýr seg um teg og tað, tær dámar. Hvønn mánað fært tú persónligar prísir, sum eru skraddaraseymaðir júst til tín. Persónligu prísirnir eru útvaldir eftir tínum innkeypsmynstri. Jú meira tú nýtir Bónus+ appina, jú meiri persónligir verða tínir prísir á vørunum.

Frískleikagaranti
Um ein frukt og grønt vøra ikki er sum væntað, kanst tú taka eina mynd av henni í Bónus+ appini og trýsta á ‘Endurrinda’ ovast á viðkomandi kvittan. Tú fært peningin endurrindaðan sum ein virðisseðil, sum tú kanst nýta við at trýsta á ‘Virkja virðisseðil’. Upphæddin verður síðani sjálvvirkandi drigin frá tínum næsta keypi.

Talgildur innkeypslisti
Ger ein talgildan innkeypslista í tíni Bónus+ app. Tú kanst lættliga leggja afturat, rætta og strika vørur, eins og tú kanst rætta nøgdir og mongdir. Tá tú ert Bónus+ kundi, kanst tú eisini deila innkeypslistan við familju og vinir. Tú kanst antin senda hann sum eitt avrit ella bjóða til ein felags innkeypslista, har tey eisini kunnu leggja vørur afturat.

Talgildar kvittanir
Nú noyðist tú ikki longur at goyma pappírskvittanir, tá ið tú keypir í Bónus. Øll innkeyp, sum eru gjørd við gjaldkortinum, sum er knýtt at Bónus+ appini, verða goymd sjálvvirkandi. So kanst tú lættari hava skil á tínum innkeypum og samstundis fylgja við í, hvussu nógvan Bónus+ avsláttur tú hevur fingið.

Uppskriftir
Ert tú ein ordans matelskari? So ert tú komin á rætta stað. Í Bónus+ appini fært tú atgongd til fleiri uppskriftir við alskyns lekkrum rávørum. Soleiðis hevur tú altíð íblásturin beint við hondina, tá tú skalt leggja innkeyp til rættis, tá tú keypir inn og manglar hugskot, ella tá tú stendur heima í køkinum og vilt royna okkurt nýtt.

Kappingar
Forkela teg sjálva/n í Bónus+ appini. Spæl og vinn gávur, sum bert eru galdandi fyri teg sum er Bónus+ limur. Tú kanst t.d. snara hjólinum ella skava og vinna ymiskar vørur. Tað er bert tú, sum hevur Bónus+ appina, ið kann vinna. Góða eydnu!

Talgilt tilboðsblað
Í Bónus+ appini hevur tú altíð atgongd til nýggjasta tilboðsblaðið, so tú kanst kveita í tað, meðan tú leggur innkeypslistan til rættis. Og skuldi tað hent seg, at tú kortini ikki fært staðið fyri innkeypinum, kanst tú lættliga senda innkeypslistan víðari til makan ella starvsfelagan, so tey kunnu orðna tað í staðin.

Restir – lokalt niðursettar vørur
Í Bónus+ appini kanst tú síggja allar lokalt niðursettar vørur í tínum lokala Bónus-handli. Haldførið er stutt, men aftur fyri eru prísirnir farnir í botn. Leita eftir RESTIR vørunum við gulu prísunum, tá tú keypir inn; soleiðis sparir tú pening og hjálpir okkum samstundis at minka um matoyðsl.

Stórigarður
Við Bónus+ appini kanst tú skjótt og lætt bíleggja kjøt til eitt gott borðhald, føðingardagin, bindiklubban ella veitsluna. Bílegg á appini og heinta kjøtið í tínum Bónus-handli dagin eftir. (Í Bónus á Tvøroyri verður leverða týsdag og hósdag)

Ofta settir spurningar
Bónus+ er ein app, ið inniheldur fyrimunir og snildar hentleikar so sum +prísir, persónligir prísir, tilboðsblað, innkeypslista, kvittanir, spøl og frískleikagaranti. Tak appina niður á tína snildfon í App Store elle Google Play – Gaman í.
Bónus+ gevur tær atgongd til pluss prísir, ið einans Bónus+ kundar kunnu gagnnýta. Tú fært eisini persónligar prísir, ið eru smíðaðir eftir, hvørjar vørur tú ofta keypir. Við Bónus+ appini kanst tú fáa endurrindað pening fyri modnar frukt og grønt vørur umvegis frískleikagarantiið.
Tað er lætt. Tú gerst Bónus+ kundi, tá tú tekur appina niður á tína snildfon og skrásetir títt gjaldkort. Tú kanst taka appina niður á App Store ella Google Play.
Fyri at gerast Bónus+ kundi mást tú skráseta títt navn, tína teldupostadressu og tínar gjaldkortupplýsingar.
Ja, tað kanst tú. Men fyri at gagnnýta allar teir góðu fyrimunirnar so sum +prísir, persónligar prísir og frískleikagaranti, mást tú tilknýta títt gjaldkort.
Tú rindar við gjaldkortinum, ið tú hevur skrásett í Bónus+ appini. Gev gætur; fyri at gagnnýta fyrimunirnir er einans møguligt at gjalda við gjaldkortinum, ið tú hevur skrásett í Bónus+ appini. Tá vørurnar verða skannaðar við kassan, sæst Bónus+ avslátturin ikki beinanvegin. Avslátturin fer tó sjálvvirkandi av, tá tú rindar við gjaldkortinum og sæst á tínari kvittan. Til ber at gjalda við vanligu kassarnar eins og við sjálvgreiðslukassarnar.
Tað gert tú á tínum vanga í appini. Trýst á ‘Skráset gjaldkort’. Síðan kanst tú skráseta títt gjaldkort á tínum vanga. Hereftir ber til at bæði strika og skráseta gjaldkort, sum tú ynskir.
Ja, tað er trygt. NETS umsitir trygdina og tínar gjaldkortupplýsingar – júst sum tey gera frammanundan. Bónus liggur ikki inni við tínum kortupplýsingum.
Persónligir prísir eru serligir prísir, ið eru sniðgjørdir til hvønn einstaka Bónus+ kunda. Prísirnir eru smíðaðir eftir, hvørjar vørur kundin ofta keypir. Gagnnýtir tú eitt persónligt tilboð, fært tú hereftir eitt nýtt tilboð. Gagnnýtir tú ikki tilboðið, verður tað skift út eftir eina viku, og fært tú síðani eitt nýtt tilboð. Tú fært fimm nýggjar persónligar prísir um vikuna. Jú oftari tú nýtir appina, jú persónligari gerast persónligu prísirnir. Minst til, at persónligir prísir skulu virkjast í appini og fyri at gagnnýta persónligu prísirnir, mást tú skráseta títt gjaldkort.
Pluss prísir eru prísir, sum einans Bónus+ kundar kunnu gagnnýta. Prísirnir eru einans sjónligir í Bónus+ appini og ikki í handlinum. Tað er ikki neyðugt at virkja pluss prísinir í appini.
Fyri at virkja persónligar prísir og gagnnýta +prísir og frískleikagarantiið, mást tú skráseta títt gjaldkort. Tá tú rindar við skrásetta gjaldkortinum, fer avslátturin sjálvvirkandi av – soleiðis sleppur tú frá at lata appina upp, tá tú rindar við kassan.
Tú skalt verða fylt/ur 18 ár fyri at nýta Bónus+ appina.
Ja, øll ið eru búsitandi í Føroyum og eru yvir 18 ár kunnu nýta Bónus+ appina.
Tú kanst lættliga fáa eitt nýtt loyniorð til vangan, um tú hevur gloymt tað. Trýst á ‘Gloymt loyniorð’ á innritingarsíðuni í appini. Síðan fært tú ein teldupost, ið greiðir frá, hvussu tú víðari bert teg at.
Ja, tú kanst skráseta upp til fimm gjaldkort á tínum vanga. Eisini ber til at skráseta eitt deilikort – t.d. um tú og makin hava eitt felags matkort.
Tú kanst skráseta tey vanligu gjaldkortini so sum Dankort, VISA, MasterCard, Visa Electron v.m. Minst til, at tú kanst skráseta upp til fimm gjaldkort til tín vanga.
Tú sært á tínari kvittan, at avslátturin er farin av. Finn allar tínar kvittanir í appini undir ‘Kvittanir’.
Tú mást virkja tínar persónligu prísir í appini við at trýsta á ‘Virkja tilboð’. Tá tú rindar fyri vøruna, fer avslátturin sjálvvirkandi av.
Tá tú hevur virkjað tín persónliga prís, kanst tú nýta hann, so leingi tíðarásetingin vísir.
Tú mást virkja tín persónliga prís, áðrenn tú rindar, fyri at gagnnýta tilboðið. Til ber ikki at fáa avslátturin eftir keypið. Tá tú virkjar tilboðið, fer avslátturin sjálvvirkandi av.
Frískleikagaranti merkir, at tú kanst biða um endurrindan fyri spilta frukt og grønt vøru beinleiðis í appini. Tá tín fyrispurning um endurrindan er góðkendur, fært tú ein tilgóðarseðil í appini, sum tú mást virkja fyri at nýta. Upphæddin fer sjálvvirkandi av, tá tú næstu ferð keypir í Bónus. Frískleikagarantiið kann nýtast tvær ferðir um mánaðin – triðju ferð verður tú biðin um at bera vøruna aftur í handilin.
Frískleikagarantiið er galdandi fyri frukt og grønt vørur.
Frískleikagarantiið skal nýtast innan 24 tímar eftir keypið.
Lat ‘Kvittanir’ upp í appini og vel viðkomandi kvittan. Trýst á knøttin ‘endurrinda’ og set flugubein við vøruna, ið tað snýr seg um. Trýst síðan á knøttin ‘Tak mynd og fá endurrindan’. Tak síðan eina mynd ella vel eina úr tínum myndasavni og send. Tá tín fyrispurningur er viðgjørdur, móttekur tú ein virðisseðil í appini. Minst til at virkja virðisseðilin, áðrenn tú ynskir at nýta hann.
Tín fyrispurningur verður avgreiddur skjótast gjørligt, og tú móttekur virðisseðilin beinleiðis í tínari Bónus+ app.
Tú mást virkja tín virðisseðil í appini. Tú sært altíð, hvussu nógvan pening tú hevur tilgóðar á tínum vanga. Tá tú hevur virkjað tín tilgóðarseðil, fer upphæddin sjálvvirkandi av, tá tú keypir í einum Bónus-handli.
Ja, tín virðisseðil kann nýtast í øllum Bónus-handlum kring landið.
Tá tú hevur vunnið ein vinning í einum spæli í appini, móttekur tú ein virðisseðil í appini, ið tú kanst nýta, næstu ferð tú keypir í einum Bónus-handli. Virðisseðilin finnur tú undir ‘Heim’. Minst til at virkja virðisseðilin, áðrenn tú ynskir at nýta hann.
Nei, tíverri. Tað ber hvørki til at býta vinningin við aðra vøru ella at fáa reiðan pening útgoldnan.
Trýst á ‘Innkeypslisti’ í appini. Her kanst tú leggja vørur afturat listanum, rætta og strika vørur. Tú kanst leita eftir vørum í leitngariteiginum, og tú kanst eisini leggja vørur í innkeypslistan beinleiðis frá tilboðsblaðnum og frá uppskriftum
Ynskir tú at deila innkeypslistan við onnur, trýst so á deili-ikonið ovast í høgra horni. Síðan kanst tú velja, um tú ynskir at gera ein felags innkeypslista ella bert senda eitt avrit av innkeypslistanum.
Far undir ‘Bílegg kjøt úr Stóragarði’. Trýst á ta kjøtvøruna, ið tú ynskir at keypa og vel nøgd. Legg síðani kjøtið í kurvuna. Skrolla niðast á síðuni og trýst á ‘Sí kurv’ – kanna eftir at tínar upplýsingar eru rættar og vel, hvar kjøtið skal heintast, góðtak treytirnar og rinda. Bíleggingin verður nú fyrireikað, og tú kanst heinta kjøtið í tínum Bónus-handli dagin eftir. Til ber at bíleggja kjøt allar gerandisdagar í vikuni; bíleggur tú áðrenn kl. 12.00 mánadag, kanst tú heinta kjøtið týsdag. Bíleggur tú áðrenn kl. 12.00 fríggjadag, kanst tú heinta kjøtið mánadagin eftir. Til ber at bíleggja kjøt til Bónus á Tvøroyri hvønn týsdag og hósdag. Tá er umráðandi at bíleggja í seinasta lagi kl. 12.00 dagin fyri.
Um tú velir push boð til, tá tú stovnar brúkara á Bónus+ appini, fært tú sjálvvirkandi tíðindabrøv á ta teldupostadressuna, ið tú hevur skrásett. Tú kanst altíð bæði til- og frávelja tíðindabrøv. Trýst á vanga-ikonið í høgra ovara horni og síðan ‘Push boð og tíðindabræv’. Her kanst tú til- ella frávelja tíðindabrøv. Sært tú ikki tíðindabrøvini í tínum innbakka, kanna so eftir í spam.
Ja, tað kanst tú. Tá tú stovnar brúkara í appini, hevur tú møguleika at velja ‘push-boð’ til og frá. Tú kanst altíð bæði til- og frávelja push boð. Trýst á vanga-ikonið í høgra ovara horni og síðan ‘Push boð og tíðindabræv’. Her kanst tú til- ella frávelja push boð.