Búfftvíflís
Burgarabollar:
50 gr av geri
3 dl av lunkaði mjólk
25 gr av First Price rørsukri
100 gr av First Price rugmjøli
450 gr av First Price hveitimjøli
25 gr av First Price margarin
1 tsk av salti
50 gr av First Price sesamfræi
1 egg
Fylla:
First Price búffar
First Price kettjup
First Price snerktur leykur
First Price súltar agurkir
First Price súltar reyðrøtur
First Price roykt flesk í puntum
First Price rivin ostur
First Price sterkur sinoppur
Afturvið:
First Price eplabátar
Burgarabollar
Hita mjólkina í einum bolla og upploys gerið í mjólkini saman við rørsukrinum. Stoyt alt rugmjølið í og helvtina av hveitimjølinum og rør væl. Koyr saltið og restina av hveitimjølinum í og elt væl. Deil deiggið í 8 pettir og rulla til bollar. Legg teir á eina bakiplátu við bakipappíri og kroyst allar bollarnar, so teir gerast flatir. Lat bollarnar ganga undir einum viskustykki í 60 min. Pensla bollarnar við egginum og stroy sesamfræini á.
Baka í uml. 20 min á 200 hitastigum.
Búfftvíflís
Steik búffarnar á eini pannu og stroy ostin omaná. Fyll síðan búffin við ymiskum tær dámar. Eitt nú snerktum leyki, royktum fleski í puntum, súltaðum agurkum og reyðrøtum, kettjuppi og sterkum sinoppi. Et eplabátar afturvið.
Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.