Høsnarungi í maisflykrum
Døgurði til 4 fyri 58,65 kr
100 gr av First Price maisflykrum
1 egg
Salt
Pipar
400 gr av høsnarungabringu
½ pakka av First Price pastaskrúvum
70 gr av First Price grønum pesto
½ posa av First Price rísblandi
Koyr maisflykrurnar í ein bolla og sorla tær. Krydda við salti og pipari. Sker høsnarungabringuna í smærri petti. Brót eitt egg í ein djúpan tallerk og píska eggið við einum gaffli. Vend høsnarungan í egginum og síðan maisflykrublandinum. Legg høsnarungapettini á eina bakiplátu við bakipappíri og steik í ovinum í 20 min við 220 hitastigum við luft.
Kóka skúvurnar og blanda pesto og rísblandið í skrúvurnar.
Væl gagnist!
Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.