Høsnarungi í tartalettum

Til 4 fólk

Tilfar:
2 pk av First Price tartalettum
50 g av First Price steikimargarini
Uml. 50 g av First Price mjøli
5 dl av First Price høsnabouillongi
1 dós av First Price aspargus
400 gr av høsnarungabróst
¼ posi av First Price grønertrum og gularótum
Salt
Pipar

Stoyt vatnið frá aspargusunum við at brúka eina sílu og goym vatnið til sósina. Smelta smørið í eini grýtu. Stroy mjølið í, eitt sindur í senn, og lat tað smákóka í uml. 3 min. Stoyt bouillongið í og fá sósina upp á kók. Sker høsnarungan í puntar og koyr høsnarungan, grønertra- og gularótarblandið og asparagus í sósina og krydda við salti og pipari. Kóka stúvningin í lítlum hita og rør varisliga í einar 3 min.

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.

Aftur til uppskriftir