
Italskt farsbreyð
Til 5 fólk
700 gr av malnum oksakjøti
 Salt og pipar
 1 egg
 1 dl av First Price raspi
 1 dl av mjólk
 50 gr av hakkaðum First Price olivin
Fylla:
 1 pakki av First Price royktum fleski í puntum
 1 krukka av First Price soppum
 3 leykar
 4 pungar av hvíleyki
 ½ krukka av First Price sólturkaðum tomatum
Til fatið:
 100 gr av First Price mozarella osti
 1 krukka av First Price pastasós
Blanda malna kjøtið við salti, pipari, eggi, mjólk og raspi.
 Brúnka roykta fleskið á eini pannu og stoyt síðan soppar, leyk og sólturkaðar tomatir á.
 Koyr fylluna í farsið og blanda alt væl. Ger eitt avlangt farsbreyð og legg tað í eitt eldfast fat við eitt sindur av vatni í botninum.
 Bakast við 200 hitastigum í uml. 45 min – valdast tjúkt. Stoyt síðan pastasósina yvir farsbreyðið og stroy mozarella yvir, og baka í 15 min afturat.
 Et eitt nú First Price fullkornsbaguette afturvið. 
Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.