Jarðberjafat

250 gr av knústum First Price digestive keksum

100 gr av First Price margarini

1 posa av First Price frystum jarðberjum (ella frukt í dós)

1 pk av róma

1 pk av First Price jarðberjagreyti

Uml. 10 av knústum First Price makrónum

1 pk av First Price sjokulátaknappum

Smelta margarini, stoyt tað yvir tær knústu keksirnar og blanda væl saman. Legg tað í eitt fat og trýst keksirnar væl niður, so tær dekka allan botnin. Sker jarðberini í helvt og legg tey á botnin. Jarðberini kunnu gott vera eitt sindur fryst. Píska ein pakka av róma og blanda jarðberjagreytin og knústu makrónurnar í róman. Smelta sjokolátaknapparnar yvir vatnbað ella í mikroovni og stoyt yvir køkuna.

Væl gagnist!

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.

Aftur til uppskriftir