Royktur medistari
Tilfar:
1 roykt medistarapylsa
2 ds av First Price hakkaðum tomatum
1 leyk
First Price dijon sinoppur
Salt
Pipar
Timian
Paprika
Fíntmalið kili
Hvítleyk
First Price rís
Soleiðis gert tú:
Pilka skinnið av medistarapylsuni og legg hana í eitt eldfast fat. Smyr dijonsinnop á pysluna. Sker leykin smátt og koyr hann í ein bolla saman við tomatini og kryddinum. Stoyt tomatblandið yvir medistaran og set fatið í ovnin í 200° í 30 min.
Et rís afturvið.
Væl gagninst!
Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.