Súreplakaka við valnøtuknasi
Til 6 fólk
1 krukka av First Price súreplamosi
1 pk av róma
1 dl av First Price havragrýni
100 g av First Price valnøtum
50 g av First Price smøri
50 g av ahornsiropi
1 tsk av vaniljusukri
1 dims av salti
Blenda havragrýnið væl. Stoyt síðan valnøturnar í og blenda, til tær eru grovmalnar. Smelta smørið í eini grýtu. Stoyt smør, ahornsiropp, vaniljusukur og salt í skálina við havra-og valnøtublandinum og rør væl. Stoyt valnøtuknasið á eina plátu við bakipappíri og baka í ovni í 150° í 10-15 min. Lat tað kølna. Tá ið valnøtuknasið er kølnað og vorðið hart, gert tú súreplakøkuna. Byrja við súreplamosi, síðan valnøtuknasi og halt fram við lagi omaná lag. Enda við pískaðum róma.
Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.