Dessert panini

12/08/2019

3 fólk

125 g av First Price saltaðum jarðnøtarkjarnum (peanuts)
1 dl av róma
1 súpusk av First Price sukri
1 tesk av First Price sitrónsaft
1½ banan
1 First Price ciabattabreyð
12 First Price áleggsjokulátaplátur
Eitt sindur av smøri

Mannagongd

Jarðnøtukjarnar, rómi og sukur verður koyrt í ein handmiksara og blendað til deiggj.

Ciabattabreyðið verður skorið í trý og skorið eftir longdini. Deiggið við jarðnøtukjarnum o.ø. verður smurt á innaru síðuna á øllum breyðunum. Bananirnar verða skornar klænar og lagdar á botnin á hvørjari tvíflís. Eitt sindur av sitrónsaft verður koyrt omaná bananirnar, síðan verða 4 áleggsjokulátaplátur lagdar á hvørt breyðið.

Grilla í paninijarninum við einum sindri av smøri á yvir- og undirsíðuni av bollanum, hald t.d. paninuna við einar skeið, tá hon verður latin aftur, so hon ikki glíður út. Hevur tú onki paninijarn, men bara eina toastmaskinu, kann tað vera betur at nýta toastbreyð í staðin.

Útrokning

 

First Price saltaðir jarðnøtukjarnar – 12,75 kr
Rómi – 13,50 kr
First Price sukur – 9,75 kr
First Price sitrónsaft – 5,75 kr
Banan – 5,25 kr
First Price ciabattabreyð – 9,95 kr
First Price myrk áleggsjokuláta – 17,75 kr
Smør – 20,00 kr

First Price saltaðir jarðnøtukjarnar – 6,37 kr
Rómi – 5,40 kr
First Price sukur – 0,20 kr
First Price sitrónsaft – 0,20 kr
Banan – 5,25 kr
First Price ciabattabreyð – 9,95 kr
First Price myrk áleggsjokuláta – 4,43 kr
Smør – 3 kr

Dessert íalt = 35 kr

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.