Grønmetisdypp til kips ella grønmetisstavar

02/09/2019

10-12 fólk

1 bundi av persillu
150 g av First Price haricot verts
½ tesk av salti
1 tesk av rómverskari kumman

200 g av First Price ertrum
20 g av First Price heslinøtum
½ tesk av salti
2-3 súpusk av súrróma 18%

250 g av mais
1 dl av róma
½ tesk av salti
12 stór pipar – malin
1 tesk av paprika
1 knívsodd av keyennupipari

2 gløs av First Price svørtum olivin
1 dl av First price olivinolju

Mannagongd

Lættast er at blenda allar dyppsósirnar við handblendara/miksara. Persilla, haricot verts og krydd verða blendað til eitt bleytt deiggj. Ertur, heslinøtir og súrrómi verður blendað til eitt grovari deiggj. Mais, rómi og krydd verður blendað so smáttmalið, sum tilber. Lat vætuna frá olivinberunum dryppa frá, og blenda við oljuni til deiggj.

• Dyppsósirnar rigga væl til kips ella grønmetisstavar. Í kuldaskápi halda tær í 2-3 dagar.
• Tær kunnu eisini nýtast sum krem á tvíflísar ella á eina breyðflís.

Útrokning

Kostnaður á vøru: 

Persilla: 12,90 kr
First Price haricot verts: 12,75 kr
Salt: 5,90 kr
Rómversk kumman: 10,90 kr
First price frystar ertur: 11,70 kr
First price heslinøtir: 20,00 kr
Súrrómi 18%: 14,00 kr
Fryst mais: 16,90 kr
Rómi: 13,50 kr
Svart pipar: 10,90 kr
Paprika: 10,90 kr
Keyennupipar: 18,90 kr
First Price svørt olivine: 7, 75 kr
First Price olivinolja: 35,75 kr

Kostnaður á nýttari vøru: 
Persilla: 12,90 kr
First Price haricot verts: 2,70 kr
Salt: 0,05 kr
Rómversk kumman: 0,50 kr
First price frystar ertur: 4,70 kr
First price heslinøtir: 2,00 kr
Súrrómi 18%: 3,50 kr
Fryst mais: 8,45 kr
Rómi: 5,40 kr
Svart pipar: 0,05 kr
Paprika: 0,05 kr
Keyennupipar: 0,05 kr
First Price svørt olivine: 15,50 kr
First Price olienolja: 7,10 kr

Tilsamans: 63 kr

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.