Persónsdátapolitikkur
Endamál: Endamálið við hesum politikki er at upplýsa fyri kundum, hvørjar upplýsingar vit innheinta og viðgera í sambandi við kundaviðurskifti.
Hendan kunningin lýsir, hvussu P/F SMS verjir tínar persónsupplýsingar og tíni lógfestu rættindi. Sum liður í handilsrakstrinum, skráseta og brúka vit upplýsingar um teg. Øll viðgerð av persónsupplýsingum verður gjørd í trúnaði samsvarandi galdandi lóggávu um persónligar upplýsingar.
Hví skráseta og brúka vit tínar persónsupplýsingar?
Vit skráseta og brúka tínar upplýsingar fyri at halda tær avtalur, ið eru gjørdar við teg, undir hesum avtalur um keyp av vørum og tænastum.
Hetta merkir, at vit skráseta og brúka upplýsingar tá:
- tú hevur gjørt ella umhugsar at gera avtalu við okkum um tænastur ella eina vøru.
- tú hevur givið samtykki til, at vit kunnu brúka tínar upplýsingar til eitt ávíst endamál.
- vit hava løgfrøðiliga heimild til tað. Til dømis sambært skattalógini, bókhaldslógini, betalingslógini og dátuverndarlógini.
Vit skráseta og brúka eisini tínar upplýsingar í sambandi við marknaðarføring og annað tænastuvirksemi, undir hesum:
- Kundatænasta og fyrisiting.
- Menning av vørubólkum, tænastum, skipanum og handlum.
- Marknaðarføring av vørum og tænastum.
- Eyðmerking og góðkenning av kundum.
- Fyri at liva upp til lógarásett krøv.
Vit heinta upplýsingar beinleiðis frá tær ella við at eygleiða tína atferð, tá ið tú til dømis:
- brúkar eitt skrásett gjaldskort í handlum okkara, soleiðis at vit kunnu veita tær viðkomandi limatilboð.
- fyllir út frymlar í sambandi við bílegging av tænastum og vørum.
- brúkar ávikavist heimasíðu, appir og tænastur hjá okkum.
- luttekur í kundakanningum ella átøkum, ið vit skipa fyri.
Hvørjar upplýsingar skráseta og brúka vit?
Vit skráseta og brúka ymisk sløg av persónsupplýsingum alt eftir hvørjar tænastur ella vørur, tú bíleggur ella ert áhugað/-ur í. Undir hesum:
- Grundleggjandi persónsupplýsingar sum navn, teldupostadressa og postnummar (upplýsingar, ið tú sjálv/sjálvur skrásetur).
- Upplýsingar um gjaldskort. Hesar vera tó bronglaðar (gjørt til eitt token), soleiðis at eingin hjá P/F SMS sær gjaldsupplýsingar.
- Upplýsingar um tær tænastur og vørur, tú umbiður.
Farspor
Tá ið tú vitjar www.bonus.fo, ella brúkar Bónus+ appina, brúka vit farspor-tøkni (cookies) at kenna tína teldu, telefon, teldil o.tíl. aftur. Á henda hátt kunnu vit veita tær ta bestu persónligu tænastuna og miðvísa okkara marknaðarføring. Eitt farspor er ein tekstfíla, ið fortelur okkum, hvussu leingi tú vitjar heimasíðuna, um tú hevur vitjað okkum fyrr, hvørjar síður tær dámar best o.a. Farspor kunnu eisini innheinta persónsupplýsingar um teg, so sum tína IP-adressu og tínar vanar á alnótini.
Heimild
Viðgerðin av tínum persónsupplýsingum krevur, at vit hava heimild til tess. Alt eftir hvør viðgerð talan er um, er heimildin eitt av hesum niðanfyri:
- Heimildin er neyðug fyri at halda ta avtaluna, sum tú ert partur av (til dømis, tá ið tú keypir okkara vørur).
- Viðgerðin er neyðug fyri at lúka rættarligu skyldu okkara sambært galdandi lóggávum, undir hesum roknskaparlógin og skattalógin.
- Vit beinleiðis hava innheintað samtykki frá tær til viðgerðina.
Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar?
Vit goyma tínar upplýsingar so leingi, tað er neyðugt til tað endamál, tínar upplýsingar eru skrásettar og brúktar til. Vit goyma tí altíð tínar upplýsingar so leingi, vit veita tær eina tænastu ella eina vøru. Hevur tú keypt eina vøru ella eina tænastu frá okkum, goyma vit tínar upplýsingar í fimm ár fyri at liva upp til okkara skyldu sambært bókhaldslógini.
Ynskir tú at strika tín app brúkara, verður tað gjørt umvegis heimasíðuna www.bonus.fo. Sí meira undir ”Treytir” á appini. Tá verða tínar persónsupplýsingar strikaðar eftir 14 døgum.
Hevur tú teknað hald av tíðindabrævi, verða tínar upplýsingar goymdar til tú meldar haldið frá. Strikar tú brúkarin, fært tú ikki longur tíðindabræv.
Triðipartur
Persónsupplýsingar frá triðjaparti
Vit skráseta og brúka upplýsingar frá triðjaparti, til dømis frá peningastovnum og gjalds- og tænastuveitarum, tá ið tú brúkar tíni gjaldskort ella aðrar gjaldstænastur. Vit skráseta og brúka upplýsingarnar, tá ið tú skal gjalda.
Triðipartar, sum fáa tínar upplýsingar
Í summum førum lata vit triðipartum tínar upplýsingar. Undir hesum upplýsingar til almennar stovnar, har hetta er álagt okkum. Til dømis til TAKS, hagtølsendamál og líknandi.
- Vit kunnu lata samstarvsfeløgum tínar upplýsingar, um vit hava títt samtykki ella lógfestan rætt til tess.
- Í sambandi við menning av KT, hýsing og tænastuveiting flyta vit tínar persónsupplýsingar til dátaviðgerar. Vit tryggja, at tíni rættindi eru vard, og at trygdin verður varðveitt í tílíkum flutningin av dátum.
Tíni rættindi
Innlit í tínar persónsupplýsingar
Tú kanst fáa innlit í teir upplýsingar, vit hava goymt og skrásett um teg, undir hesum hvaðani tær stava, og hvat tær verða brúktar til. Tú kanst fáa innlit í, hvussu leingi vit goyma tínar upplýsingar, og hvør móttekur upplýsingarnar alt eftir, um tær verða latnar víðari. Rætturin at fáa innlit kann tó vera avmarkaður við lóg ella skerdur, um so er, at ávísar upplýsingar gera seg inn á rættindi hjá øðrum.
Tíni rættindi
Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til at taka samtykki til, at upplýsingar um teg verða viðgjørdar, aftur. Í summum førum hevur tú rætt at tala at viðgerðini av tínum persónsupplýsingum, og sýta fyri, at tær verða brúktar. Eru upplýsingar, sum verða viðgjørdar um teg, skeivar, ófullfíggjaðar ella týdningarleysar, hevur tú rætt til at fáa tær rættaðar ella strikaðar. Hetta tó bara, um eingin onnur lóg forðar fyri tí.
At taka samtykki aftur
Tú kanst til eina og hvørja tíð taka títt samtykkið aftur. Gev gætur, at um tú tekur samtykkið aftur, eru vit ikki før fyri at veita tær ávísar tænastur ella vørur. Vit goyma tó tínar persónsupplýsingar, um vit hava tørv á teimum fyri at halda eina avtalu við teg, ella um vit hava lógarásetta skyldu til tess.
Samband og rætt til kæru
Hevur tú spurningar viðvíkjandi tínum rættindum og hvussu vit skráseta og brúka tínar persónsupplýsingar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Teldupostur: datuvernd@sms.fo
Tinghúsvegur 47
Postboks 1059
110 Tórshavn
Tlf.: +298 341900
Privacy Policy
Purpose: The purpose of this policy is to inform customers about the information we collect and process in connection with customer relations. This information describes how P/F SMS protects your personal data and your legal rights. As part of our business operations, we register and use information about you. All processing of personal data is done confidentially in accordance with applicable personal data legislation.
Why do we register and use your personal data?
We register and use your information to fulfill the agreements made with you, including agreements on the purchase of goods and services. This means that we register and use information when:
- You have made or are considering making an agreement with us on services or a product.
- You have given consent for us to use your information for a specific purpose.
- We have legal authority to do so. For example, according to tax law, accounting law, payment law, and data protection law.
We also register and use your information in connection with marketing and other service activities, including:
- Customer service and administration.
- Development of product categories, services, systems, and stores.
- Marketing of goods and services.
- Identification and approval of customers.
- To comply with legal requirements.
We collect information directly from you or by observing your behavior, for example, when you:
- Use a registered payment card in our stores, so we can provide you with relevant membership offers.
- Fill out forms in connection with ordering services and goods.
- Use our website, apps, and services.
- Participate in customer surveys or initiatives we organize.
What information do we register and use?
We register and use various types of personal data depending on the services or products you order or are interested in, including:
- Basic personal information such as name, email address, and postal code (information you register yourself).
- Payment card information. However, these are encrypted (tokenized), so no one at P/F SMS sees the payment information.
- Information about the services and products you request.
Cookies
When you visit www.bonus.fo, or use the Bónus+ app, we use cookie technology to recognize your computer, phone, tablet, etc. In this way, we can provide you with the best personal service and target our marketing. A cookie is a text file that tells us how long you visit the website, if you have visited us before, which pages you like best, etc. Cookies can also collect personal information about you, such as your IP address and your habits on the internet.
Authorization
The processing of your personal data requires that we have authorization to do so. Depending on the processing in question, the authorization is one of the following:
- Authorization is necessary to fulfill the agreement you are part of (for example, when you purchase our products).
- The processing is necessary to fulfill our legal obligations under applicable laws, including the accounting law and tax law.
- We have directly obtained your consent for the processing.
How long do we store your information for?
We store your information for as long as it is necessary for the purpose for which your information is registered and used. We always store your information for as long as we provide you with a service or a product. If you purchased a product or service from us, we store your information for five years to comply with our obligations under accounting law.
If you wish to delete your app user, this can be done via the website www.bonus.fo. See more under “Terms” on app. Your personal information will be deleted after 14 days.
If you have subscribed to the newsletter, your information will be stored until you unsubscribe. If you delete the user, you will no longer receive the newsletter.
Third Party
Personal data from third parties
We register and use information from third parties, for example from financial institutions and payment and service providers, when you use your payment cards or other payment services. We register and use the information when you need to pay.
Third parties who receive your information
In some cases, we provide third parties with your information. This includes information to public authorities where this is required of us. For example, to TAKS, for statistical purposes, and similar.
- We may provide your information to partners if we have your consent or a legal right to do so.
- In connection with the development of IT, hosting, and service provision, we transfer your personal data to data processors. We ensure that your rights are protected, and that security is maintained in such data transfers.
Your Rights
Access to your personal data
You can access the information we have stored and registered about you, including where it comes from and what it is used for. You can access how long we store your information and who receives the information depending on whether it is passed on. The right to access may be limited by law or restricted if certain information infringes on the rights of others.
Your Rights
You have the right to withdraw consent for the processing of your information at any time. In some cases, you have the right to object to the processing of your personal data and refuse its use. If the information processed about you is incorrect, incomplete, or irrelevant, you have the right to have it corrected or deleted. This is only if no other law prevents it.
Withdrawing Consent
You can withdraw your consent at any time. Note that if you withdraw your consent, we will not be able to provide you with certain services or products. However, we will store your personal data if we need it to fulfill an agreement with you or if we have a legal obligation to do so.
Contact and Right to Complain
If you have questions about your rights and how we register and use your personal data, you are always welcome to contact us.
Email: datuvernd@sms.fo
Tinghúsvegur 47
Postboks 1059
110 Tórshavn
Phone: +298 341900