Storebox
Fá talgilda kvittan á telefonina
Nú ber til lætt og skjótt at fáa tína kvittan á snildfonina, tá tú keypir í Miklagarði, Bónus ella Mylnuni. Við Storebox-appini kanst tú goyma tína kvittan á telefonini, hvørja ferð tú rindar við gjaldskorti. Talgildar kvittanir hava sama gildi sum pappírskvittanir, og tær verða goymdar í Storebox, so tú altíð kanst leita eina kvittan fram.
Til ber eisini at skanna gamlar pappírskvittanir inn og goyma tær í savninum, og soleiðis savna allar kvittaninar á einum stað.
Tú kanst tekna teg at fáa talgildar kvittanir við at skráseta teg á Storebox.dk ella við Storebox-appini, sum tú kanst taka niður á App Store ella Google Play.
Soleiðis stovnar tú eina konto á Storebox:
- Stovna eina ókeypis konto
Tú kanst stovna eina ókeypis konto á Storebox.dk
- Skráset gjaldskort
Tá tú hevur stovnað eina Storebox-vangamynd, kanst tú skráseta so nógv gjaldskort, tær lystir, og soleiðis fáa talgildar kvittanir frá øllum gjaldskortunum, tú nýtir.
- Nú er klárt at móttaka talgildar kvittanir
Fyri at fáa eina talgilda kvittan, skalt tú bert gjalda við einum av skrásettu gjaldskortunum í Miklagarði, Bónus ella Mylnuni.
Hvussu skjótt sært tú tína kvittan?
Tú eigur at fáa kvittanina nøkur fá sekund eftir, at gjaldið er farið ígjøgnum. Tú sært tískil tína talgildu kvittan næstan beinanvegin.
Storebox sum app
Um tú velur at taka Storebox-appina niður, hevur tú altíð tínar talgildu kvittanir í lummanum, og tú kanst samstundis fáa boð á tína fartelefon, tá tú hevur móttikið eina kvittan frá ein av áðurnevndu handlunum. Soleiðis veitst tú beinanvegin, at tú hevur móttikið kvittanina, og trýstir tú á boðini, so kemur tú beinleiðis inn á talgildu kvittanina.
Trygd
Storebox lýkur tey strongastu trygdarkrøvini, og allar kortupplýsingar verða goymdar í einum PCI-góðkendum umhvørvi. Skipanirnar hjá Storebox eru nágreiniliga royndarkoyrdar, og skipanirnar til varðveitslu av kortum verða javnan kannaðar av uttanhýsis trygdareftirlitsfólkum.