
Grønmetisgrýta við rísi
Til 6 fólk
1 reyðleyk
1 leyk
2 hvítleyksbátar
70 g av First Price tomatpuré
100 g av perluleyki
100 g av First Price kampasoppum
1 súpusk av karry
400 g av First Price kokusmjólk
1 bl av First Price hakkaðum tomatum
1 tesk av rómverskari kumman
1 First Price bótarmola
½ dl av First Price turkaðum gulertrum
160 g av First Price hericot verts
6 dl av First Price paraboiled rís
Hakka leykirnar. Tomatpuré, karry og rómversk kumman (spískkumman) verður koyrt í grýtuna við olju og leyki. Brúnka ella smásteik tað. Koyr restina av grønmetinum í saman við hakkaðu tomatunum, gulertrunum og bótarmolanum – uttan haricot verts. Kóka í 15-20 min, til gulertrarnar eru kókaðar. Minst til at røra í grýtuni av og á, so ertrarnar ikki festa seg í botnin á grýtuni. At enda koyrir tú haricot verts í, og tú sløkkir fyri hitanum undir grýtuni.
Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.