Aspargussúpan við heslinøtum og rækjum
4 fólk 83 kr
2 blikk av First Price aspargusbitum
0,5 l av vatni
1 First Price høsnarunga bótarmola
3 súpusk av First Price hveitimjøli
30 g av First Price steikimargarini
2 dl av pískiróma
1 dism av keyennupipari
Nýmalið svart pipar
½ tesk av salti
150 g av rækjum
1 bundi av grønum aspargus
25 g av First Price heslinøtum
2 First Price fullkornslangbreyð
Sálda lakan í teimum báðum blikkunum av aspargusum í eina skál saman við aspargusum úr øðrum blikkinum. Hini aspargusini verða koyrd í eina aðra skál. Hveitimjøl og smør verður koyrt í eina grýtu og hita ígjøgnum, meðan rørt verður í umleið 5 min. Aspargussoð og aspargus frá øðrum blikkinum verður koyrt í grýtuna saman við róma, vatni og bótarmola. Lat kóka í 5 min. Koyr pipar, keyennupipar og salt í. Blenda tað við einum hondblendara.
Rækjur og restin av hvítu aspargusunum frá lakanum verða koyrd í grýtuna við blendaðu súpanini.
Karva heslinøtirnar og hita langbreyðini í ovninum.
Tað smakkar væl at koyra frísk aspargus í súpanina afturat dósaaspargus.
Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.