Brownie uttan mjøl
Til 10 fólk
125 gr av First Price smøri
200 gr av First Price sjokulátaknappum
1 dós (240 gr) av svørtum bønum
3 súpsk av kakao
3 súpsk av First Price kokosmjøli
75 gr av First Price valnøtum
1 tsk av vaniljusukri
1 dism av salti
3 stór egg
1,5 dl av siroppi
Smelta smørið í eini lítlari grýtu og koyr 150 gr av sjokulátaknappum í og lat tað smelta saman. Blenda svørtu bønurnar, kakao, kokosmjølið, valnøturnar, vaniljusukrið og saltið saman í 1 min. Stoyt tí smeltaðu sjokulátuna í blendaran og blenda í 1 min afturat. Píska eggini so tey skúma, stoyt siroppin í og píska í 1 min. Rør eggjablandið saman við sjokulátablandinum í eini skál. Stoyt deiggið í eina lítla skuffu, 33×24, við bakipappíri í botninum. Trýst restina av sjokulátaknappunum niður í deiggið.
Bakast í ovni við 175 hitastigum í 25-30 min. Lat køkuna kølna, áðrenn tú sker í hana.
Smakkar væl við ísi ella súrróma afturvið.
Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.