
Brunsj-fat
6 fólk
1 leyk
200 g av First Price kokkteylpylsum
1 blikk av baked beans
1 blikk av First Price hakkaðum tomatum
80 g av First Price pepperoni
1 reyð piparfrukt
2 súpusk av paprika
6 egg
1 pakka av beykon
Tilhoyr
First Price kryddbollar við smøri og osti
Hakka piparfrukt og leyk og koyr tað í eitt elddygt fat. Pylsur, baked beans, hakkaðar tomatir og paprika verður eisini koyrt í. Sker pepperoni-pylsuna í smærri bitar og legg í. Alt verður blandað saman.
Steik beykon á einari pannu.
Slá 6 egg omaná fatið. Stroy eitt sindur av salt og pipari omaná eggini. Síðan verður beykonið lagt
rundanum.
Verður bakað í ovninum í 150 hitastigum í umleið 15 minuttir. Eggini skulu vera liðug, men við bleytum eggjareyða.
Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.