Bruschetta

Til uml. 8-10 fólk

2 First Price ciabatta breyð
3-4 spsk av First Price pastasós
½ krukka av First Price sólturkaðum tomatum
1 krukka av First Price oljuberum
2 spsk av First Price reyðum pesto

Sker ciabattabreyðini í smáar flísar. Legg breyðflísarnar á eina bakiplátu og set inn í ovnin á 200 hitastig í uml. 10 min ella til tær fáa harða skorpu. Tak breyðflísarnar úr ovninum og smyr ávikavíst pastasós ella reytt pesto á. Hakka oljuberini og sólturkaðu tomatirnar, eitt nú við stavblendara. Legg sólturkaðu tomatirnar á breyðflísarnar við pastasós og oljuberini á reyða pesto.

Hesar hóska seg væl til forrætt ella spritubitar til eina veitslu.

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.

Aftur til uppskriftir