Grønmetislasanja
Til 5 fólk
2 leykir
2 tsk av karry
200 g av gularótum
1 ps. av First Price haricots verts
450 g av frystum spinati
1 pung av hvítleyki
70 g av First Price tomatpuré
1 ds av First Price hakkaðum tomatum
1 dl av vatni
2 spsk av basilikum
4 dl av First Price kokusmjólk
1 punt av First Price grønmetisbuljongi
First Price lasanjuplátur
200 g av First Price rivnum osti
Salt
Pipar
First Price olivinolja
Sker leykin í puntar og steik hann saman við karry í olivinolju í eini stórari grýtu. Flys gularøturnar og rív tær grovt. Hakka haricots verts í smærri pettir. Koyr gularøtur, haricots verts, spinat, pressaðan hvítleyk, tomatpuré og hakkaðar tomatir í grýtuna saman við karry og leykinum og rør væl. Stoyt síðan vatn, basilikum, kokusmjólk og morlaðan buljongpunt í. Lat alt smákóka í 10 min. og smakka til við salti og pipari. Deil fylluna í trý løg í minsta lagi í eitt eldfast ílat við lasanjuplátum ímillum og enda við at stroya rivnan ost omaná. Baka lasanjuna í 30 min. í 200° við luft. Borðreið við rivnum gularótum.
Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.