Gullasj

Til 4 fólk

Uml. 300 gr av gullasj kjøti
2 leykar, hakkaðir grovt
3 stórar gularøtur, skornar í skivur
1 krukka av First Price paprikastrimlum
2 pungar av hvítleyki
1 lítil dós av First Price tomatpure
1 dós av First Price flæsnum tomatum
Salt og pipar
Uml. 4 tsk. av paprika
1/2 litur av First Price oksabouillon
2 súpsk. av First Price rapsolju
First Price eplamorl

Sker grønmetið í puntar og skivur. Brúnka kjøtið í eini grýtu við paprika og helvtini av oljuni. Síðan verður kjøtið tikið upp og grønmetið verður brúnkað í restini av oljuni. Koyr kjøtið í grýtuna saman við bouillon. Stoyt síðan flæsnu tomaturnar og tomatpure í. Smakka til við salti og pipari. Lat rættin smákóka í uml. 1 tíma ella til kjøtið er moyrt.  Koyr smør í eplamorlið og krydda við salti og pipari.

Væl gagnist.

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.

Aftur til uppskriftir