Høsnarungi við grønmeti í tomatsós

Til 4 fólk

1 heilur høsnarungi
1 posi av First Price blomkálsblandi
2 vælhakkaðir leykir
2 pungar av vælhakkaðum hvítleyki
2 dósir av First Price hakkaðum tomatum
3 súpsk av First Price reyðari pesto
1 dl av vatni
1 súpsk av basilikumi
Salt
Pipar
First Price Jasmin rís

Legg blomkálsblandið, leykin og hvítleykin í eitt eldfast fat. Stoyt tomatirnar, pesto, vatn, basilikum, salt og pipar omaná og blanda alt saman. Krydda høsnarungan. Tak eitt nú eitt vet av olju, rosmarini, salti og pipari og blanda saman í einum glasi og smyr tað omaná skinnið og undir skinnið, við at loysna tað frá kjøtinum. Legg síðan høsnarungan omaná grønmetisblandið og set inn í ovnin. Steik høsnarungan í 10 min við 225 hitastigum. Set síðan ovnin á 200 hitastig og steik í 50-60 min., inntil kjøtið er ljóst. Kóka rísið og borðreið.

Væl gagnist.

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.

Aftur til uppskriftir