Hotdogs við eplasalati
Til 10 fólk
Eplasalat
2 dl súrrómi
1 krukka av First Price eplum
2 súpsk av First Price majones
1 lítlan leyk
1 tsk av First Price dijon sinnopi
Purleyk
Salt og pipar
Hotdogs
1 pk av First Price partypylsum
1 pakki av pylsubreyði
First Price súltaðar agurkir
Sinnopsmajones
Súreplakettjup
Sinnopsmajones
1 dl av First Price majones
1 súpsk av First Price sterkum sinnopi
Súreplakettjup
1 dl av First Price kettjupi
1 súrepli
Eplasalat
Hakka leykin og blanda súrróman, majonesi og sinnopin saman. Smakka til við grasleyki, salti og pipari. Tá tú hevur fingið rætta smakkin koyrir tú eplini í blandið.
Sinnopsmajones
Blanda væl saman.
Súreplakettjup
Sker súrepli í smærri petti og blanda við kettjuppinum.
Borðreið tínar hotdogs við antin súreplakettjupi ella sinnopsmajonesi við súltaðari agurk omaná og eplasalati afturvið.
Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.