Innbakaður høsnarungi við perusalat
Moyrdeiggj:
250 gr av First Price hveitimjøli
150 gr av First Price baki- og steikimargarini
1 egg
4 høsnarungabringur, uml. 200 gr hvør
First Price steikimargarin
Salt og pipar
1 krukka av First Price soppum
150 gr av rómaosti
25 gr av First Price nøtum, hakkaðar grovt
1 píska egg
Salat
4 First Price hálvar perur í dós
1 proppur av First Price ediki
½ tsk av First Price dijon sinoppi
1 tsk av First Price hunangi
¾ dl av First Price rapsolju
Salt og pipar
50 gr av blandaðum First Price nøtum – eitt nú valnøtum og hasselnøtum
Salat
Høsnarungin
Morla margarinið í mjølið og blanda tað inntil tað líkist rivnum osti. Savna deiggið við egginum og eitt sindur av vatni. Set deiggið í køliskápið, inntil tað skal brúkast.
Brúnkað høsnarungabringuna í margarini á báðum síðum og krydda við salti og pipari. Steik sopparnar, krydda og lat teir kølna eitt sindur. Blanda sopparnar saman við rómaostinum og hakkaðu nøtunum.
Rulla deiggið til ein stóran fýrkant, uml. 40×40 til støddar, og deil hann í 4 eins stór petti. Koyr soppablandið mitt á hvørt petti og legg høsnarungarnar omaná. Pensla kantin við eggi, pakka deiggið saman um fylluna og legg hvørt stykkið niðureftir á eina bakiplátu við bakipappíri. Pensla aftur við eggi og baka við 200°C í uml. 25 min.
Salatið
Sker perurnar í smalar bátar. Blanda edikin, dijonsinnoppin, hunangin og oljuna saman og smakka til við salti og pipar. Stoyt perurnar í blandið og hakka síðan nøturnar eitt sindur og blanda tær saman við perunum.
Borðreið høsnarungan saman við perublandinum og salati.
Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.