Karrysúpan við høsnarunga

Til 6 fólk

1,5 súpsk av karry
2 leykar
2 pungar av hvítleyki
1 tsk av ingiferi
First Price rapsolja
0,5 krukka av First Price eplum
400 gr av høsnarunga í bitum
4 dl av First Price grønmetisboullioni
1 dós av First Price kokosmjólk
6 hálvar First Price dósaferskur
First Price saltaðar jarðnøtur
First Price naan breyð

Stoyt eitt sindur av olju í eina grýtu. Hakka leyk, hvítleyk og ingifer og svitsa tað saman við karry eina løtu. Leykurin skal ikki brúnka. Koyr síðan høsnarungan í og brúnka. Sker eplini í minni petti og steik eina løtu. Stoyt síðan boullion í og fá uppá kók. Tá tað kókar skal kokosmjólkin í. Tá súpanin hevur kókað í 5-10 min verða ferskurnar skornar og stoyttar í. Borðreið eitt nú við jarðnøtum og naan breyði.  

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.

Aftur til uppskriftir