Kokushøsnarungi við karryrísi og spískkálsalati

høsnarungabringur
40 g av First price kokusmjøli

2 dl av First Price rísi
1 tesk av reyðum karrypasta
1 súpusk av First Price olju
1 tesk av salti
½ dl av ananasdjúsi (First Price ananas í laka)
4 dl av vatni

400 g av skornum spískkáli
2 dl af First Price ananasbitum í laka
1 dl av First Price rosinum
2 dl av First Price saltaðum jarðnøtum

5 dl av nevtralari jogurt
Salt
Pipar

Steik rís og karry stutt í oljuni. Koyr síðan vatn, ananasdjús og salt í. Lat kóka undir loki í nógvum hita í umleið 10 min. Sløkk og lat rísini standa á heitu plátuni undir loki.
Høsnarungabringurnar verða kryddaðar væl við salt og pipari og vendar í kokusmjøli. Steik á heitari pannu, til bringurnar eru brúnar á báðum síðum. Skrúva niður á lítlan hita og steik høsnarungan í umleið 5 min. á hvørjari síðu.
Blanda jogurtið við salt og pipari.
Spískkálið verður kutað klænt, ananas verður sáldað frá lakanum (gloym ikki at goyma ananasdjúsið), máta/viga rosinur og jarðnøtir.
Blanda spískkál, ananas og rosinur saman við jogurtinum, tak eitt sindur í senn og borðreið restina við síðuna av.

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.

Aftur til uppskriftir