Ryggsneið í fati við bønakips

Rættur til 4 fólk fyri 80 kr

Tilfar:
4 ryggsneiðir (kotelettir)
1 dós av hakkaðum tomatum
1krukka av soppum
1 leykur
2,5 dl av róma
Salt og pipar
Olja at steikja í

Bønakips
Uml. 700 gr av grønum bønum (haricots verts)
Olja
Flakasalt

Basmati rís

Krydda ryggsneiðirnar við salti og pipari og steik tær í eini 3-4 min á hvørjari síðu. Legg tær í eitt fat. Steik soppar og leyk á eini pannu og hell róman og tomatirnar í. Stoyt tað yvir ryggsneiðirnar og lat standa í ovninum í 30 min. á 200 hitastigum.  

Hita ovnin til 200 hitastig við luft. Lat posan við bønunum upp og stoyt síðan nakað av olju í og rist posan væl. Stoyt bønirnar á eina plátu við bakipappíri á og stroya síðan nokk av salti á. Lat tær standa í ovninum í uml. 30 min.

Kóka Basmati rís at eta afturvið.

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.

Aftur til uppskriftir