Sjokulátaterta

Til 8 fólk

Tilfar:

100 g av First Price steikimargarini
125 g r av First Price sukri
4 eggjareyðar
150 g av First Price sjokulátaknappum
150 g av First Price valnøtum, grovt malnar
4 eggjahvítar

Prýði:
Stoyt smeltaðar sjokulátaknappar omaná

Soleiðis gert tú:

Píska margarin og sukur saman við einum eggjareyða í senn til tað er ljóst og skúmað. Smelta sjokulátaknapparnar yvir vatnbað ella í mikroovni. Rør sjokulátuna og valnøturnar í deiggið. Píska eggjahvítarnar stívar og rør teir varisliga í deiggið.
Stoyt deiggið í ein smurdan rundan kakuform ella tertuform stroyddan við raspi og baka í uml. 18-20 min. í 200°.
Kakan kann bakast dagin fyri, hon skal etast. Smakkar væl við súrróma og berum afturvið.

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.

Aftur til uppskriftir