Tomatsúpan við pasta, pesto og olivin

6 fólk

2 blikk av First Price karvaðum tomatum
1 stóran leyk
½ reytt kili
2 hvítleyksbátar
1 reyða piparfrukt
5 krukkur av First Price sólturkaðum tomatum
Eitt vet av First Price olju
1 l av vatni
2 First Price grønmetis bótarmolar

250 g av First Price makaronni
2 dl av súrróma 18%
1 glas av First Price grønum pesto
1 glas av First Price grønum olivin
1 bundi av persillu

Bein kjarnarnar í kilifruktini burtur (uttan so, at tit fegin vilja hava tað sterkt). Karva leyk, hvítleyk, kili, piparfrukt og sólturkaðar tomatir og steik skjótt av í einari grýtu við einum veti av olju. Koyr karvaðar tomatir, vatn og bótarmolar í. Lat kóka í 10-15 min., soleiðis at grønmetið verður moyrt.

Blenda súpanina (t.d. við einum hondblendara).

Kóka makaronni. Sker olivin í smærri bitar. Skola persilluna og karva grovt.

Borðreið við Pesto og súrróma sum tey eru.

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.

Aftur til uppskriftir