Tunfiskaburgari
6 fólk
2 blikk av First Price tunfiski í vatni
2 egg
1 leyk
2 hvítleyksbátar
1 purra
½ dl av mjólk
50 g av First Price raspi
2-3 tomatir
¼ agurka
½ Icebergsalat
6-7 First Price drúvu-agurkur
First Price dijon-sinnopur
First Price majonesa
1 pakki av First Price burgarabollum
Lat vætuna renna frá tunfiskinum og koyr hann í eina skál. Purra, hvítleykur og leykur verða skorin í lítlar bitar. Mjólk, egg og rasp verður koyrt í. Alt verður blandað saman, og skálin verður sett at køla í 15-30 min. Síðani evnar tú kjøtdeiggið til 6 búffar. Ger teir ikki ov høgar. Steik búffarnar á heitari pannu, vend teir varisliga og ansa eftir, at teir ikki hanga fastir á pannuni.
Sker tomat, salat, agurku og drúvuagurkur.
Hita burgarabollarnar. Smyr síðan majonesu á undirbollan og dijon-sinnop á yvirbollan, tá tú samlar burgaran.
6 First Price burgarabollar
Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.