Tvíflís við tunfiski og ertramorli

4 fólk 68 kr

2 blikk av First Price tunfiski í vatni (280 g)
80 g av First Price mais
65 g av First Price paprikaálum
120 g av First Price blandaðum ertrum og gularót
120 g av First Price majonesu
1 tesk av fínum salti
4 súpusk av First Price dijon sinnopi
1 lítlan leyk
4 súpusk av First Price sitrónsaft
200 g av First Price frystum ertrum
½ bakka av rukkola
1/3 spískkál
8 First Price smá langbreyð

Stoyt vatnið av tunfiskinum og koyr hann í eina skál. Stoyt vatnið av maisunum og blanda saman við tunfiskinum. Sker paprikaálirnar í smærri bitar og koyr í skálina. Tiðna blandið av ertum og gularót og koyr í skálina. Karva leykin og koyr í. Blanda majonesu, dijonsinnop, sitrón og salt og rør væl runt.

Tiðna ertrarnar og blenda tær við hondblendara til eitt grovt ertramorl.

Skola rukkola og sker spískkálið í klænar álir.

Hita smáu langbreyðini í ovninum.

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.

Aftur til uppskriftir