Banandessert

Til 4 fólk 

4 bananir
1 nevi av hakkaðum First Price heslinøtum
100 gr av First Price sjokulátaknappum
Havsalt

Sker eina langa striku í skalið á bananini, so tú fært ein ‘lumma’. Koyr eitt sindur av sjokulátaknappum og nøtum í hvørja banan. Stroy eitt vet av salti yvir. Set bananirnar í eitt eldfast fat. Tú kanst eitt nú trýsta ein grillpinn ígjøgnum bananirnar, so tær standa betri. Bakast í ovninum í 30 min við 180 hitastigum.

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.

Aftur til uppskriftir