Havragrýnskúlur

09/10/2018

Til 4 fólk:

85 gr av First Price havragrýni
3 súpsk. av First Price kakao
80 gr av flormelisi
180 gr av First Price baki- og steikimargarini
2 tsk av vaniljusukri
60 gr av First Price kokosmjøli at rulla havragrýnskúlurnar í

Mannagongd

Blanda alt (uttan kokosmjølið) væl saman. Ger smáar kúlur og rulla tær í kokosmjølið.

Útrokning

Kostnaðurin á vøru: 

First Price havragrýn – 9,75 kr
Kakao – 21,90 kr
Flormelis – 9,90 kr
First Price baki- og steikimargarin – 6,25 kr
Vaniljusukur – 12,90 kr
First Price kokosmjøl – 6,75 kr

Kostnaðurin á nýttari vøru:

First Price havragrýn – 0,80 kr
Kakao – 1,76 kr
Flormelis – 1,50 kr
First Price baki- og steikimargarin – 2,25 kr
Vaniljusukur – 1,75 kr
First Price kokosmjøl – 2 kr

Havragrýnskúlur í alt: 10 kr

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og vørum ið ikki eru tøkar.