Høsnarungi við soppum og súrepli

Til 4 fólk fyri 112 kr

1 súpsk av First Price baki- og steikimargarini
400 gr av høsnarungabitum
200 gr av First Price royktum fleski í bitum
1 glas av First Price perluleyki
2 tsk av oregano
2 lavrberjabløð
2 dl av First Price høsnabouillon
1 krukka av First Price soppum við vætu
2,5 dl av róma
Salt og pipar
3 súrepli
1 krukka av First Price eplum
First Price ribsgele

Hita smørið í eini grýtu og brúkna høsnarungabitarnar. Tak høsnarungabitarnar úr grýtuni og brúnka roykta fleskið og perluleykin. Koyr høsnarungan í grýtuna aftur og stoyt oregano, lavrberjabløðini, høsnabouillon og sopparnar við vætu í. Lat rættin smákóka í uml. ½-1 tíma. Stoyt síðan róman í og javna við mjøli, um sósin skal vera tjykkri. Koyr súreplini í og smakka til við salti og pipari.

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.

Aftur til uppskriftir