Hunangsglæraður hamburgararyggur við timianeplum og appelsinsalati

Til 6 fólk

1 hamburgararyggur (uml. 1 kg)
4 súpsk. Av First Price dijonsinoppi
2 súpsk av putursukri
2 súpsk av First Price hunangi
Tættrivi skal og saft av eini appelsin
1 súpsk av tættrivnum ingiferi
1 dl av First Price raspi

Eplir:
1 krukka av First Price eplum
Olja
Salt
Timian

Salat:
Grønkál
1 dl av First Price valnøtum
2 súpsk av First Price hunangi
2 súpsk av vatni
2 appelsinir
1 súrepli
1 neva av tranaber

Dressingur:
3 súpsk av First Price hunangi
3 súpsk av First Price olju
Saft frá einari appelsin
Salt og pipar
Blanda alt saman og smakka til við salti og pipari.

Hamburgararyggur
Legg hamburgararyggin við netinum í eitt eldfast fat. Stoyt 2 dl av vatni í botnin av fatinum og set í ovnin við 175 hitastigum við luft. Baka hamburgararyggin í uml. 1 tíma og 30 minuttir.
Tak hamburgararyggin úr ovninum, lat hann kølna og tak netið av. Sker smáar rivur í kjøtið. Legg hamburgararyggin aftur í fatið.
Rør hunangin, sinoppin, putursukrið, rivna ingiferið, skalið og saftina frá appelsinini saman í eina skál. Pensla eitt tjúkt lag á hamburgararyggin. Stroy rasp á til hamburgararyggurin er útyvirbreiddur av raspi.

Baka glæraða hamburgararyggin í uml. 15 min við 175 hitastigum við luft inntil hann er broyskin og brúnkaður.  

Eplir
Turka eplini við køkkspappíri. Vend eplini í oljuni og stroy salt og timian yvir eplini. Baka í ovinum við 200 hitastigum í uml. 15 min ella til tey eru brúnkaði.

Dressingur
Steik hunangin og nøturnar á eini pannu til valnøturnar eru blivnar eitt sindur gyltar. Stoyt vatnið á pannuna og køl valtnøturnar niður. Hála grønkálði av stelkinum og petta í smærri petti. Sker appelsinirnar og súreplini í bátar. Legg grønkálið, súreplini, appelsinirnar, tranaberini og valnøturnar á eina skál. Blanda dressingin saman og stoyt yvir salatið.

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.

Aftur til uppskriftir