Kalkunsnitslar við soppasós og ertamorli

Til 3 fólk:

Tilfar:

3 kalkunsnitslar
6 longdir av royktum fleski
Soppasós
2 spsk av First Price olivinolju
½ krukka av First Price perluleyki
1 tsk av paprika
2 krukkur av First Price soppum
1 pungur av hvítleyki
1 dl av First Price grønmetisbouillong
2,5 dl av róma
Salt
Pipar

Grønt eplamorl
1 posi av First Price eplamorli
½ posi av First Price grønertrum
Salt
Pipar

Rulla 2 longdir av royktum fleski um hvønn kalkunsnitsil og brúnka báðumegin á pannu. Steik snitslarnar í 5 min. til samans, legg teir í eitt fat og halt teir heitar. Stoyt olivinolju á eina pannu og brúnka sopparnar. Koyr síðan perluleykin, paprika og hvítleykin á pannuna, og lat tað brúnka. Stoyt síðan grønmetisbullionnið og róman á pannuna og lat sósina koma upp á kók. Smakka til við pipari og salti.

Ger eplamorlið eftir ávísing á pakkanum. Tiðna grønertrarnar og mosa tær. Blanda eplamorlið og grønertramorlið væl saman. Smakka til við pipari og salti.

Væl gagninst!

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.

Aftur til uppskriftir