Lasagne við bearnaise sós

Tilfar:

1 pakka av First Price lasagne
1 bræv av First Price bearnaise sós
300 gr hakkað oksakjøt
3 dl av mjólk
100 gr av smøri
Rivnan ost

Afturvið:

First Price grønertra- og gularótabland

Ger kjøtsósina og bearnaise sósina við at fylgja vegleiðingini á pakkanum.

Tak eitt eldfast fat og byrja við einum lagi av bearnaise sós, síðan kjøtsós og so lasagnuplátum. Halt áfram og enda við bearnaise sós. Um tú vilt, kanst tú stroya eitt sindur av rivnum osti omaná.
Dampa grønertra- og gularótablandið og borðreið

Vælgagnist!

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.

Aftur til uppskriftir