Leskiligir rugbollar

Tilfar:
5 dl av lunkaðum vatni
50 g av geri
3 spsk av First Price sesamfræi
2 spsk av First Price hørfræi
1 tsk av salti
5 dl av First Price hveitimjøli
5 dl av First Price rugmjøli

Blendað sesam- og hørfræini við 2,5 dl av lunkaðum vatni.
Loys gerið í teimum 2,5 dl sum eru eftir í einum stórum bolla. Koyr síðan salti og ta blendaðu fræveskuna í.
Stoyt síðan mjøl og rugmjøl í, eitt sindur í senn, meðan tú eltar. Ansa eftir at mjølið er væl elt inn í deiggið, áðrenn tú stoytir meira í. Sett deiggið at ganga í ein tíma, á einum fjálgum stað.

Tendrað ovnin á 200 hitastig.

Stoyt eitt sindur av mjølið á borðið, elt deiggið á borðinum í um 1 minut, og deil síðan deiggið í áleið 16 smáar klumpar.
Rulla klumparnar væl so teir gerast heilt rundir. Legg teir á eina plátu við bakipappíri og set teir aftur at ganga á einum fjálgum stað í uml. 30 min.

Baka bollarnar mitt í ovninum í 12 min við 200 hitastigum.

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.

Aftur til uppskriftir