Mandlur til jóla

Brendar mandlur

200 g First Price mandlum
200 g av First Price sukri
3/4 dl av vatni

Sjokumandlur

200 g av First Price sjokulátaknappum
200 g av First Price mandlum

Brendar mandlur

Koyr alt á eina pannu. Hita pannuna í miðalhita. Lat sukur og vatn smákóka, til tað verður til siropp. Lat tað kóka, til tað aftur verður til sukur. Lat kóka eitt sindur aftrat, til sukrið fer at bráðna. Skrúva niður fyri hitanum og rør væl. Sukrið skal ikki bráðna ov nógv, tí annars festir tað seg ikki á mandlurnar. Tá ið eitt tunt lag av brúnkaðum sukri liggur á mandlunum, skulu tær stoytast á eina plátu við bakipappíri. Skil mandlurnar sundur við einum gafli, meðan tær eru heitar.

Sjokumandlur

Brúnka mandlurnar á eini bakiplátu í ovinum í uml. 8-10 min. í 180°. Tak mandlurnar úr ovninum og lat tær kølna. Lat sjokulátaknapparnar bráðna yvir vatnbaði. Stoyt mandlurnar í sjokulátuna. Tak tær upp við einum gafli og legg tær á eina plátu við bakipappíri. Lat tær torna og stoyt tær aftur í sjokulátuna, so eitt tjykri lag legst um tær. Tú kanst t.d. stroya kokusmjøl ella lakresspulvur á, áðrenn sjokulátan tornar.

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.

Aftur til uppskriftir