Pastarættur við kokkteylpylsum

Til 4 fólk

500 gram av First Price spagetti
2 krukkur av First Price soppum
2 ½ dl av matgerðarróma
1 pungur av hvítleyki
1 punt av First Price grønmetisbuljong
1 pk av First Price kokkteylpylsum
½  spsk av oregano
10 av cherrytomatum
First Price margarin
Salt
Pipar
First Price sitrónsaft
First Price fullkornsflutes

Koka spagetti, sum tað stendur á pakkanum. Smelta eitt sindur av margarini í eini grýtu og steik sopparnar við høgum hita. Lat síðan róman, trýstaða hvítleykin og morlaða grønmetisbulongið útí. Sker kokkteylpylsurnar í helvt og koyr tær í saman vð oregano. Lat tað smákóka í 5 minut. Smakka til við salt, pipari og eitt sindur av sitrónsaft. Sker tomatirnar í helvt og borðreið tær omaná pastarættin.

Et flutes afturvið.

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.

Aftur til uppskriftir