Pastasalat við pesto og svínstjógvi

24/06/2019

6 fólk

250 g av First Price pastaskrúvum
200 g av First Price álum av svínstjógvi
160 g av ertum
3 tomatir
5 sólturkaðar tomatir
125 g av súrróma 18%
70 g av reyðum pesto
Pipar

 

Mannagongd

Pasta verður kókað og kølt. Tiðna ertrarnar. Sker sólturkaðu tomatirnar í smærri bitar. Sker tomatina út. Alt verður blandað í einari skál og smakka til við pipari og møguliga salti.

Útrokning

Kostnaður á vøru: 

Pastaskrúvur: 5,75 kr
Skinkutrimlar: 10,75 kr
Ertrar: 11,75 kr
Tomatir: 20 kr
Sólturkaðar tomatir: 14,75 kr
Súrrómi: 14 kr
Pesto: 9,75 kr
Pipar: 10,90 kr

Kostnaður á nýttari vøru: 

Pastaskrúvur:  2,87 kr
Skinkutrimlar: 10,75 kr
Ertrar: 2,35 kr
Tomatir: 7,5 kr
Sólturkaðar tomatir: 2,95 kr
Súrrómi: 8,75 kr
Pesto:  5,25 kr
Pipar: 0,05 kr

= 40

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.