Pitsasniglar við rugmjøli

Uml. 25 pitsasniglar fyri 

Deiggj:

50 g av geri
1 tsk. av First Price hunangi
3 dl av lunkaðum vatni
1 tsk. av salti
2 súpsk. av First Price rapsolju
150 g av First Price rugmjøli
450 g av First Price hveitimjøli

Fylla

1 pk av First Price skinkustrimlum
½ krukka av First Price pastasós
½ pk av First Price rivnum osti

Upploys gerið í lunkaða vatninum, og stoyt síðan hunangin, saltið og oljuna í. Stoyt rugmjølið í og rør væl. Koyr eitt sindur av hveitimjøli útí á gangin og elt væl. Lat deiggið ganga undir einum viskistykki á einum flógvum stað í uml. 60 min.

Deil deiggið í tvey og rulla pettini út. Smyr fyrst pastasósina á og stroy síðan við skinkustrimlum og osti. Rulla pettini saman til tvær pylsur og sker tær í flísar. Legg pitsasniglarnar á eina bakiplátu við bakipappíri og set teir at ganga í 30 min undir einum viskistykki.

Baka pitsasniglarnar í uml. 20 min á 180 hitastigum við luft.

Hesir egna seg væl til matpakkan.

Væl gagnist!

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.

Aftur til uppskriftir