Poppkorn køkur

03/07/2018

1 bl. av kondenseraði mjólk
20 gr av First Price poppkorni
200 gr av First Price sjokulátaknappum

Mannagongd

Set blikkið við kondenseraðu mjólkini í eina grýtu og dekka til við vatni. Lat kóka í 3-4 tímar við lágum hita. Hita sjokulátaknapparnar yvir vatnbaði ella í mikroovni. Blanda poppkornið og sjokulátuna væl saman. Stoyt blandið á bakipappír. Tak enn eitt petti av bakipappíri, legg yvir poppkornið og trýst, so tað gerst flætt. Set á køl í køliskápi í minsta lagi 60 min. Sker poppkorn køkuna í smærri pettir og stoyt kondenseraðu mjólkina yvir, sum er blivin til karamel.

Hevur tú ikki stundir at bíða eftir kondenseraðu mjólkini, kanst tú keypa karamelsós. Køkurnar smakka eisini væl uttan karamel.

Útrokning

 

Prísur á nýttari vøru:
Kondensera mjólk – 21,95 kr
First Price poppkorn – 9,75 kr
First Price sjokulátaknappar – 12,75 kr

Prísur á nýttum tilfari til køkurnar:
Kondensera mjólk – 2 kr
First Price poppkorn – 0,65 kr
First Price sjokulátaknappar – 25,50 kr

Kostnaðurin fyri poppkorn køkurnar: 28 kr

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og vørum ið ikki eru tøkar.