Pylsubreyð

11/06/2019

20-24 breyð

50 g av ger
1 dl av mjólk
1 dl av hvíta
1 egg
Uml. 300 g av First Price hveitimjøli
100 g av grahamsmjøli
1 tesk. av salti
1 súpusk. av First Price sukri
¼ dl av First Price rapsolju

1 egg at smyrja við
30-40 g av First Price sesamfræ
500 g av First Price partypylsum

Mannagongd

Morla gerina í flógva mjólk, koyr hvíta í og blanda væl saman. Olja, salt, sukur og grahamsmjøl verður koyrt samanvið. Síðani verður hveitimjølið koyrt í – eitt sindur í senn, og eggið verður koyrt í á hálvari leið. Knoða deiggið, til tað er gott og smidligt. Lat tað ganga úti í 1 tíma.

Síðani verður deiggið rullað út við einari køksrullu. Být deiggið í tvær langar flísar, sum síðan verða skornar í 10-12 tríhyrningar. Sker pylsurnar í helvt og legg eina pylsu á hvønn tríhyrning. Legg pylsurnar, har trýhyrningarnir eru breiðastir/longstir og rulla deiggið kring pylsuna. Lat nú ganga í 30 minuttir aftrat. Smyr hornini og koyr sesamfræ omaná.

Koyr tey í ovnin, tá hann er 175 hitastig. Baka í 12-15 minuttir.

Útrokning

Kostnaður á vøru:
Ger: 1,75 kr
Mjólk: 11,75 kr
Hvíti: 20 kr
Egg: 22 kr
Hveitimjøl: 12,75 kr
Grahamsmjøl: 10 kr
Salt: 5,90 kr
Sukur: 8,75 kr
Rapsolja: 14,75 kr
Sesamfræ: 12,75 kr
Partypylsur: 18,75kr

Kostnaður á nyttari vøru: 
Ger: 1,75kr
Mjólk: 1,175kr
Hvíti: 2kr
Egg: 2,9kr
Hveitimjøl: 1,9kr
Grahamsmjøl: 1kr
Salt: 0,05kr
Sukur: 0,35kr
Rapsolja: 1,2kr
Sesamfræ: 2kr
Partypylsur: 18,75kr

Pylsuhorn í alt: 31 kr

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.