Pylsur í pasta

Til 6 fólk

500 gr av First Price spagetti
500 gr First Price partypylsur
2 súpsk av First Price rapsolju
2 leykar
2,5 dl av róma
3 dl av mjólk
1-2 dl av vatni
4 spsk av First Price mjøli
1 súpsk av paprika
140 gr av First Price tomatpuré
Salt og pipar

Kóka spagetti sum tað stendur á pakkanum. Sker pylsurnar í smærri petti og hakka leykin. Steik pylsurnar og leykin í oljuni til leykurin er bleytur. Koyr paprika, mjølið og tomatpuréið í. Rør væl saman. Stoyt síðan róman, mjólkina og vatnið í. Smakka til við pipari og salti. Koyr síðan kókaða spagetti í sósina og blanda væl saman.

Væl gagnist.

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.

Aftur til uppskriftir