Royktur medistari

18/02/2019

Tilfar:
1 roykt medistarapylsa
2 ds av First Price hakkaðum tomatum
1 leyk
First Price dijon sinoppur
Salt
Pipar
Timian
Paprika
Fíntmalið kili
Hvítleyk
First Price rís

Mannagongd

Soleiðis gert tú:
Pilka skinnið av medistarapylsuni og legg hana í eitt eldfast fat. Smyr dijonsinnop á pysluna. Sker leykin smátt og koyr hann í ein bolla saman við tomatini og kryddinum. Stoyt tomatblandið yvir medistaran og set fatið í ovnin í 200° í 30 min.
Et rís afturvið.

Væl gagninst!

Útrokning

 

Prísur á tilfari:
Roykt medistapylsa: 18,90 kr
First price hakkkaðar tomatir: 3,75 kr
Leykur: 14,90 kr
First Price dijon sinopur: 8,75 kr
Salt: 5,90 kr
Pipar: 18,90 kr
Timian: 18,90 kr
Paprika: 18,90 kr
Fínmalið kili: 18,90 kr
Hvítleykur: 11,90 kr
First Price rís: 11,75 kr

Prísur á nýttum tilfari:
Roykt medistapylsa: 18,90 kr
First price hakkkaðar tomatir: 7,50 kr
Leykur: 1,49 kr
First Price dijon sinopur: 0,25 kr
Salt: 0,05 kr
Pipar: 0,08 kr
Timian: 0,15 kr
Paprika: 0,10 kr
Fínmalið kili: 0,10 kr
Hvítleykur: 0,25 kr
First Price rís: 2,93 kr

Døgurði til samans: 31,80 kr

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.