Súreplaterta

28/08/2018

4-6 súrepli
150 gr av First Price frystum jarðberum
200 gr av First Price steiki- og bakimargarini
2 dl av sukri
½ dl av ljósum siroppi
½ dl av róma
2 dl av First Price hveitimjøli
2 dl av First Price havragrýni
2 tsk av bakipulvuri
3 tsk av vaniljusukri
½ dl av First Price kokosmjøli
1 tsk av salti

Mannagongd

Flys og sker súreplini sundur og tak kjarnuna burtur. Legg tey í ein tertuform saman við jarðberjunum. Smelta smørið í eini grýtu saman við sukri, siroppi og róma. Tak grýtuna av plátuni og koyr mjølið, havragrýnið, bakipulvurið, vaniljusukrið, kokosmjølið og saltið í. Breið deiggið út yvir súreplini og jarðberini. Baka tertuna við 175 °C í 20-25 min. Borreið við róma, súrróma ella vaniljuísi.

Útrokning

 

Prísur á vøru:

First Price fryst jarðber – 14,75 kr
First Price steiki- og bakimargarin – 6,25 kr
Sukur – 8,75 kr
Ljósur siroppur – 17,50 kr
Rómi – 12,75 kr
First Price hveitimjøl – 11,75 kr
First Price havragrýn – 9,75 kr
Bakipulvur – 12,90 kr
Vaniljusukur – 12,90 kr
First Price kokosmjøl – 6,75 kr
Salt – 5,90 kr

 

Prísur á nýttari vøru:

First Price fryst jarðber – 5,53 kr
First Price steiki- og bakimargarin – 2,50 kr
Sukur – 1,57 kr
Ljósur siroppur – 1,63 kr
Rómi – 12,75 kr
First Price hveitimjøl – 0,80 kr
First Price havragrýn – 1,17 kr
Bakipulvur –  0,58 kr
Vaniljusukur – 0,87 kr
First Price kokosmjøl – 0,57 kr
Salt – 0,04 kr

Súreplatertan til samans: 28 kr

 

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og vørum ið ikki eru tøkar.