Tvíflís við tunfiski og ertramorli

08/04/2019

4 fólk 68 kr

2 blikk av First Price tunfiski í vatni (280 g)
80 g av First Price mais
65 g av First Price paprikaálum
120 g av First Price blandaðum ertrum og gularót
120 g av First Price majonesu
1 tesk av fínum salti
4 súpusk av First Price dijon sinnopi
1 lítlan leyk
4 súpusk av First Price sitrónsaft
200 g av First Price frystum ertrum
½ bakka av rukkola
1/3 spískkál
8 First Price smá langbreyð

Mannagongd

Stoyt vatnið av tunfiskinum og koyr hann í eina skál. Stoyt vatnið av maisunum og blanda saman við tunfiskinum. Sker paprikaálirnar í smærri bitar og koyr í skálina. Tiðna blandið av ertum og gularót og koyr í skálina. Karva leykin og koyr í. Blanda majonesu, dijonsinnop, sitrón og salt og rør væl runt.

Tiðna ertrarnar og blenda tær við hondblendara til eitt grovt ertramorl.

Skola rukkola og sker spískkálið í klænar álir.

Hita smáu langbreyðini í ovninum.

Útrokning

First Price tunfiskur í vatni: 12,75 kr
First Price mais: 5,75 kr
First Price paprikaálir: 8,75 kr
First Price blandaðar ertur og gularót: 12,75 kr
First Price majonesa: 9,76 kr
Salt: 5,90 kr
First Price dijon sinnopur: 8,75 kr
1 leykur: 14,90 kr
First Price sitrónsaft:5,75 kr
First Price ertur: 11,75 kr
Rukkola: 18,90 kr
Spískkál: 20 kr
First Price smá langbreyð: 18,75 kr

First Price tunfiskur í vatni: 25,50 kr
First Price mais: 1,35 kr
First Price paprikaálir: 1,75 kr
First Price blandaðar ertur og gularót: 1,70 kr
First Price majonesa: 2,95 kr
Salt: 0,50 kr
First Price dijon sinnopur: 0,20 kr
1 leykur: 1,50 kr
First Price sitrónsaft: 0,20 kr
First Price ertur: 4 kr
Rukkola: 2,30 kr
Spískkál: 7,50 kr
First Price smá langbreyð: 18,75 kr

Rættur til samans: 68 kr

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.